Hesar næstu vikurnar fer eitt lið av heilsustarvsfólkið at ferðast kring landið at bjóða fólk at verða koppsett fyri koronu.
Tað hevur yvirhøvur gingið væl at koppseta føroyingar, men nú í eina tíð hava tað verið færri, sum hava latið seg koppseta. Tískil hevur Sjúkrahúsverkið, í samstarvi við kommunur, gjørt nakrar royndir at gera tað lættari hjá fólki at lata seg koppseta. Vitjað hevur verið í Runavík, á Giljanes og á útoyggj og royndirnar av hesum hava verið góðar.
Nú verður so hildið fram og lagt verður til brots í Norðoyggjum mánadagin og týsdagin og endamálið er at gera tað lagaligari hjá fólki at lata seg koppseta.
Byrjað verður nú mánakvøldið og týsdagin í Norðoyggjum, síðani verður vitjað á Sandoynni og seinni er ætlanin eisini at taka allar bygdirnar á Suðuroynni og í Norðstreymi, sigur Sjúkrahúsverkið í einum boðum í dag.
Mánadagin verður koppsett soleiðis:
Klokkan 19.30 beint eftir Dag og viku verður koppsett í skúlanum í Kunoy.
Klokkan 20.30 verður koppsett í bygdarhúsinum í Haraldsundi.
Klokkan 21.15 verður koppsett í Róðrarneystinum í Árnafirði.
Týsdagin verður koppsett soleiðis:
Klokkan 19.30, beint eftir Dag og viku, verður koppsett í skúlanum á Viðareiði.
Klokkan 21.00 er koppsetingartoymið í skúlanum á Fossanesi.
Sjúkrahúsverkið hevur sjúkrabil við, so tað er lættari hjá fólki at fylgja við, nær koppsetingarfólkini eru komin til bygdar og so er bara at møta upp at lata seg koppseta – ella bara at forvitnast og síggja, hvussu alt gongur fyri seg.