Fantastiskt við kvinnu á odda í Atlantsflog

– Tað er fantastiskt, at Atlantsflog fekk ein kvinnuligan stjóra, sigur Katrin Kallsberg, forkvinna í Javnstøðunevndini

– Tað er fantastiskt, at Atlantsflog fekk ein kvinnuligan stjóra, sigur Katrin Kallsberg, forkvinna í Javnstøðunevndini.

 

Kvinnur í krevjandi stjórastørvum lata eyguni á øðrum kvinnum upp fyri, at tað ber til. Tað sæst í tema í Vikuskiftinum hjá Sosialinum, sum kemur í dag.

 

– Tað verður alsamt minni veruleikafjart at ímynda sær kvinnur í tungum stjórasessum, og tað er eitt týdningarmikið fet móti einum fjølbroyttari »stjóralandslagið«, sigur Katrin Kallsberg, forkvinna í Javnstøðunevndini, við Sosialin.

 

Blaðið skrivar, at føroyska kynsbýtið er skeiklað, og vísir á, at stundum verður tosað um kvinnuflýggjan úr Føroyum.

 

Kvinnurnar eru 1.600 færri enn menninir í Føroyum, og nógvar av kvinnunum, sum fara uttanlands at lesa, koma ikki heimaftur. Ein av trupulleikunum á arbeiðsmarknaðum hevur verið, at vanahugsanin eggjar kvinnunum til eitt val millum antin yrkisleið ella familjulív, heldur enn at tær kunnu velja bæði í senn. At eitt kvinnuandlit nú skal leiða Atlantic Airways, kann tó gerast ein týdningarmikil liður í at minka um »hugfjarstøðuna« millum kvinnur og stjórasessir í Føroyum.

 

– Hetta er fantastiskt! Talan er um ein av størstu stjórastørvunum í Føroyum, og at tað skuldi fella eini kvinnu í lut vísir øðrum, at kyn ikki er ein forðing. Sjálvandi skal ein kvinna ikki setast av tí, at hon er kvinna, men vegna sínar førleikar. Tó er ógvuliga týdningarmikið, at føroyska »stjóralandslagið« verður fjølbroyttari, og tað er fantastiskt at síggja kvinnur í vanliga mannsdomineraðum stjórastørvum, sigur Katrin Kallsberg, forkvinna.

 

Nógv meira er at lesa um málið í Vikuskiftinum hjá Sosialinum, sum eisini kann keypast VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Nøkur fakta:

Folkatal 28. april 2015

 

25.161 mannfólk (52%)

23.543 kvinnur (48%)

1.618 færri kvinnur enn menn í Føroyum

 

Arbeiðsloysi april 2015

Mannfolk: 2,3%

Konufolk: 4,0%

 

Inntøkuviðurskifti januar-april 2015

12.364 løntakarar (menn)

Miðallønin 31.700 kr/mðn*

11.670 løntakarar (kvinnur)

Miðallønin 21.000 kr/mðn*

 

Arbeiðsviðurskifti

86 % av monnunum eru virknir ella tøkir á arbeiðsmarknaðinum

79 % av kvinnunum eru virknar ella tøkar á arbeiðsmarknaðinum

52,4 % av kvinnunum arbeiða niðursetta tið

13,5 % av monnunum arbeiða niðursetta tið

 

Kelda: Javnstøða 2015 (Hagtøl Fra 2013)