- Fantastiskt at hitta stjørnurnar

Donsku hondbóltsstjørnurnar Nøddesbo og Lindberg hitta seks ungar, føroyskar gentur

18. januar fóru seks ungar gentur til Danmarkar at hyggja eftir EM í Hondbólti.

 

Men lítið vistu tær at teirra størsti dreymur fór at vera veruleiki. Við hjálp frá danska TV2 sluppu genturnar at heilsa uppá tveir av leikarunum á danska landsliðnum.

 

Jesper Nøddesbo og Hans Lindberg heilsaðu uppá genturnar, sum eisini fingu hondbóltstroyggjur frá spælarunum.

 

Vælumtókta sendingin Go’ Morgen Danmark hjá TV2 fylgdi gentunum hesa stóru løtuna. Innslagið sæst við at TRÝSTA HER.

 

Hoyr samrøðu, sum praktikantarnir hjá Miðlahúsinum – Katrina Davidsen, Rannva Skaalum Petersen og Vinjar Egilsnes Petersen – hava gjørt við tvær av føroysku gentunum. Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta.