Keypir tú jólagávur?
- Kona mín hevur betri skil á hesum enn eg, so hon keypir allar okkara jólagávur. Jólagávuna til mín frá henni keypi eg ofta sjálvur.
Tað sigur Símin Ósá.
Hvar heldur tú jól í ár, og hvussu verða jólini hildin?
- Jólini hava verið hildin heima hjá okkum, saman við tveimum av okkara trimum børnum, pápa mínum og verforeldrum.
Símin Ósá sigur, at tey hava etið dunnu og gás, heimagjørt reyðkál, rísingreyt, og síðan vóru jólagávur, borðspøl og massar av karamellum og práti á skránni.
Hvat er tað besta, sum er hent í 2019?
- At eg bleiv abbi, er tað størsta, sum er hent í nógv ár. Tað er so heilt fantastiska stórt og gleðiligt, sigur hann.
Og hvat er tað keðiligasta?
- Tað keðiligasta er, at vit máttu avlíva Glæmu, okkara elskaðu tík.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- At heimsins frelsari læt seg føða inn í hendan heim fyri at geva menniskjum møguleika at taka móti - innbjóðing til Himmals - er so ófatiliga stórt. Tað gleðist eg um á jólum - og ikki minst, at familjan er samlað, sigur Símin Ósá.











