Fantastisk úrslit við nýggjum lemmum

- Nógvar royndir umborð á trolara og ein kraftmikil vilji gav okkum eitt óvæntað gott úrslit í dag, sigur Hans í Líðini, stjóri á Rock Trawldoors í Vági.

Tíðliga í desember - ella fyri hálvum øðrum mánaði síðan - segði Hans í Líðini, stjóri á Rock Trawldoors í Vági, at teir fóru at royna nýggjar trollemmar í royndartanganum í Hirtshals hin 16. januar.

 

Hann vísti á, at talan er um tvey heilt nýggj modell av lemmum - eitt flótitrolsmodell og eitt model, sum er ein víðari útbygging av Sea-Hunter-modellinum. 

 

Í dag, nú vit skriva 16. januar, er tað ein ómetaliga fegin stjóri, sum letur við seg koma - og heldur fyri, at nakrir dagar í lívinum kennast meiri spennandi enn aðrir.

 

- Tá vit vaknaðu í morgun, stóð ein spennandi dagur fyri framman. Nú tað kvøldar, kunnu vit ikki vera meira nøgdir við tey fantastisku úrslit, sum vit fingu í royndartanganum í Hirtshals í dag.

 

Stjórin vísir á, at nógvar royndir umborð á trolara og ein kraftmikil vilji gav teimum eitt óvæntað gott úrslit í dag.

 

- Nú hava vit knappliga tvey bein meiri at standa á. Ein heilsan til allar trolaramenn, bæði viðskiftafólk og komandi viðskiftafólk. Hetta er ein góður dagur, sigur ein ovurfegin, Hans í Líðini, stjóri á Rock Trawldoors.