Tað var ein vamlislig uppliving, unnusta Magna Djurhuus fekk í gjárkvøldið, tá hon fekk sær ein breyðbita við heimagjørdum livradeiggi frá slaktaranum í Miklagarði.
Hon beit í breyðið, men tá hon tugdi, merkti hon at okkurt ikki ruggaði rætt. Hon spýtti út og har var tað, sum hon helt vera eitt petti av einum heftiplástri.
Hon var sjálvandi skakað og uppøst, tá Magni seinni kom til húsar.
- Eg havi í morgun verið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og víst teimum bakkan við livradeiggi og tí, sum harí er, sigur Magni Djurhuus.
Haðani verður váttað, at nakað óvanligt er í livradeigginum.
- Vit kunnu ikki siga nágreiniliga, hvat tað er, sum er í livradeigginum, men soleiðis skal ein matvøra ikki síggja út, sigur Óluva Niclasen.
Hon sigur, at tá slíkt hendir, fara tey, sum í hesum førinum, at tosa við slaktaran í Miklagarði og kanna mannagongdirnar fyri at vita, hvussu framleiðslan fer fram. Um reinføri og annað verður fylgt.
- Út frá tí, gera vit okkara niðurstøðu, sigur Óluva Niclasen.
Bakkin er sum nevnt keyptur frá slaktaranum í Miklagarði mikudagin, og bæði Magni Djurhuus og unnustan hava etið úr bakkanum síðani.
Magni Djurhuus hevur eisini verið í Miklagarði fyri at vísa slaktaranum har bakkan við livradeiggi, og tosaði við Jørgen Jørgensen. Sosialurin hevur eisini havt orðið á slaktarameistaran.
- Vit nýta einans livur, spik og kryddaríir í framleiðsluni. Livurin verður pakkað í Danmark í størri nøgdum, og sama er galdandi við øðrum innihaldi. Vit fara sjálvandi at kanna, hvussu hetta kann henda, men tað er jú ikki víst, at vit finna nakað svar, sigur Jørgen Jørgensen.
Hann sigur eisini – eins og hann vissaði Magna Djurhuus um – at eingin, sum hevur nakað við framleiðsluna at gera, ei heldur krambafólkini, ganga við heftiplástri.
Magni Djurhuus fekk ein hundraðkrónuseðil í endurgjaldi.










