Janis Kapinski, generalur, hevði ovastu leiðsluna í tí viðgitna Abu Ghraib-fongslinum í Bagdad, men tá fjølmiðlarnir vístu eina ræðumynd fyri og aðra eftir, misti hon tað starvið.
Nú sigur hon við BBC, at hon fekk boð um at gera tað, sum hon gjørdi. Boðini fekk hon frá generalinum Geoffrey Miller, sum hevði verið ovasti fyri fangaleguni í Guantanamo í Kuba.
-Hann greiddi frá, at í Guantanamo høvdu teir lært fangarnar, at teir máttu gera okkurt, skuldu teir fáa nakað. Tað ráddi um at fanra við fangunum, sum vóru teir hundar, og at teir skuldu uppfata seg sum hundar. Fingu teir eina aðra uppfatan, misti tú tamarhaldið á teimum, sigur Janis Kapinski við BBC.
Sjálv heldur hon uppá, at hon visti ikki, at fangavørðarnir fóru so illa við fangunum, sum myndirnar hava avdúkað. Hon heldur kortini, at myndirnar vísa tað ringasta av tí ringasta, og at tað vóru bara nakrir fáir fangavørðar, sum fóru um mark.
Hon ivast kortini ikki í, at fleiri avdúkingar fara at koma, og hon heldur, at tann ovasti amerikanski generalurin í Irak, Ricardo Sanchez, eigur at verða spurdur, hvat hann visti um viðferðina, sum fangarnir í Abu Ghraib-fongslinum fingu.