Hans Hjalti Skaale tók úr skuffuni av beinraknum vísum, tá hann í kvøld framførdi í Flagstjaldinum Fínar vísur við beinraknum teksti. Gott lag, humor og syngið við áheitan.
Hetta er Hans Hjalti og hetta var stuttliga løtan í Flagstjaldinum á Summar festivalinum.
At hann so hevði Eyðun Nolsøe (hann úr Hjarnum) við á banjo, Eyðvør Klakstein á violin og Eliesar Í Pállstovu við sum tónleikarar og gestir, gjørdi ikki løtuna verri.
Sera, sera, ...sera hugnaligt og stuttligt.










