Fangaðir og snýttir

Suðuroyingar eru ikki blíðir, og eru eisini sambært Suðuroyarportalinum komnir illa fyri, nú Galaxy ikki siglir.

Ferðasambandið til Suðuroyðar hevur verið sera óstøðugt síðstu dagarnar, nú avloysaraskipið hjá Smyrli, Galaxy, ikki hevur megnað at røkt farleiðina sum ætlað.

 

 

Í gjár vendi skipið aftur til Krambatanga. Í morgun sigldi skipið ikki, men fór ikki til Havnar í dag fyrr enn klokkan 15, har túrurin var langur, tí siglt varð vestanfyri. Túrurin í kvøld av Havnini varð avlýstur, og ætlandi verður siglt av Havnini í morgin tíðliga klokkan 06.00.

 

 

Suðuroyarportalurin gevur meira ella minni ilt av sær í kvøld í oddagrein, ið hevur heitið:

 

Suðuroyingar “fangaðir” og “snýttir”

 

 

Sagt verður millum annað:

 

 

Í øllum førum, so eru nógvir suðuroyingar og ikki minst nógv ferðafólk, sum ætlaðu at halda langt vikuskifti í Suðuroynni, “fangaði” í Havn og noyðast á hotel ella í gistingarhús, tí umborð á Galaxy, har fólk kunnu leiga kømur í kvøld, er alt longu fult.

 

Snýtt av tyrluni

Í dag komu eisini fleiri suðuroyingar heim við flogfari úr Danmark. Hesi vóru kunnaði um støðuna við Galaxy og fingu at vita tey í staðin sluppu við tyrluni. Ferðaseðlar vórðu eisini keyptir við tyrluni, men eftir at hava bíðað í fleiri tímar (tí tyrlan varð útkallað til neyðstøðu) og tyrlan endiliga kom aftur í Vága Floghavn, fingu tey at vita, at tyrlan hóast alt ikki fleyg, tí Galaxy var farin av Krambatanga.

Tey fingu at vita, at tey í staðin kundu sigla suður í kvøld og vórðu víst til bussar, sum ókeypis koyrdu tey til Havnar. Men Galaxy siglur, sum kunnugt, ikki av Havnini í kvøld. Og tey, sum høvdu keypt ferðaseðil við tyrluni til Suðuroy, hvørki sloppu til Suðuroyar ella fingu endurgjald fyri ferðaseðilin – og noyðast eisini í kvøld at keypa sær gisting í Havn.

Hetta skrivar suðuroyarportalurin í oddagrein.