Fámjinstunnilin: Tað gongur illa - og tað er sum tey væntaðu

Men tey væntað eisini, at tað verður munandi frægari seinni

Arbeiðið at borga nýggja Fámjinstunnilin gongur eitt sindur strilti. Men tað kemur ikki óvart á Landsverk, tí tað er akkurát, sum væntandi var. Tað var 16. novembur, at fyrsta skotið til Fámjinstunnilin varð latið og nú tey hava borað í næstan tveir mánaðir, hava tey ikki borað meiri enn 70 metrar inn í fjallið.

 

Orsøkin er, at fjallið er sera vánaligt har tey borað nú og avleiðingin av tí er, at tað tunnilin skal tryggjast serliga væl við betongi og øðrum. Men hetta kemur ikki óvart á Landsverk, tí longu tá ið tunnilin var í umbúna, og peningur skuldi játtast, gjørdu tey greitt, at hetta er kanska ringasta pláss í landinum at bora tunnil í.

 

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, sigur, at í roynd og veru hevur arbeiðið gingið sum tey væntaðu. Men hann sigur eisini, at tá ið tey koma longur inn, verður frægari og tá fer tað eisini at ganga skjótari.

 

Upprunaliga varð mett, at Fámjinstunnilin fór at kosta 169 milliónir krónur, men tá ið jarðfrøðiligu kanningarnar avdúkaðu, hvussu ringt fjallið er at arbeiða í, vórðu 38 milliónir lagdar oman á kostnaðin, so at nú ery 207 milliónir játtaðar til arbeiði.

 

Fámjinstunnilin verður umleið 1200 metrar langur, við tveimum breytum. Tunnilin far alla ta kravdu trygdarútgerðina, ið ein tílíkur tunnil skal hava í dag. 

 

Eftir ætlan verður tunnilin liðugur á sumri í 2024. Sigurd Lamhauge sigur, at batnar fjallið nakað skjótt letur tað seg gera at heinta tað forsømda inn aftur, men at tað er ringt at siga. Samstundi boðaði Landsverk beinanvegin frá, áðrenn Løgtingið samtykti tunnilin, at av tí, at fjallið er so ringt at arbeiða í, er kostnaðarmetingin eitt sindur óviss, tí tað er ringt at siga akkurat, nær fjallið verður betri at arbeiða í.