Familjur við serligum tørvi skulu koma til eina hurð

- Tað týdningarmesta amboðið at fyribyrgja rúsevnismisnýtslu er, at børn og ung trívast og hava tað gott.

- Heilsufrøðingar síggja tekin um mistrivna tíðliga, og við røttum innsatsi kann rúsevnismisnýtsla fyribyrgjast.

 

Tað siga tey í Gigni, sum veitir heilsutænastur til børn og ung. Hetta siga tey í samband við heildarætlanina um rúsevnismisnýtslu, sum er handað løgmanni, og sum hevur heili 58 tilmæli.

 

- Tað, sum var gjøgnumgangandi í framløguni um heildarætlanina, var, at tað týdningarmesta amboðið at fyribyrgja rúsevnismisnýtslu, er, at børn og ung trívast og hava tað gott.

 

Í Gigni vísa tey á, at ein kjarnuuppgáva hjá stovninum er at avdúka trivnaðar- og menningartruplleikar skjótast tilber. Heilsufrøðingar kunnu sostatt síggja tekin um mistrivna tíðliga, og ofta áðrenn trupulleikarnir sleppa at veksa seg stórar.

 

- Avbjóðingin liggur ofta í at fáa tey røttu viðgerðartilboðini til familjurnar nóg tíðliga. Okkum manglar lággáttartilboð millum Gigni og barnavernd, sum kann verða við til at styrkja og menna foreldraleiklutin.

 

Í Gigni vísa tey eisini á, at teimum eisini vantar eitt yvirlit yvir tey tilboð, sum longu nú eru og at samskipa hesi. Hetta er eisini eitt av tilmælunum í heildarætlanini.

 

- Tað hevur týdning, at vit hugsa um alla familjuna, tá eitt barn ikki hevur tað gott. Vit kunnu ikki taka bara barnið og senda tað til útgreinan ella viðgerð - uttan at hugsa um alla familjuna.

 

Víst verður á, at børnini kunnu vera "symptomberar" upp á, at okkurt ikki er nóg gott í umhvørvinum. Líkamikið, hvør avbjóðingin er, eru foreldrini tann besta viðgerðin hjá barninum, um tey hava orku og førleikar. 

 

- Eitt tilmæli er at kanna, um tað ber til at skipa eitt familjuhús tvørtur um geirar. Hetta hava vit í Gigni eftirlýst í langa tíð. Ein uppgáva hjá familjuhúsinum skal verða, at familjan kemur til eina hurð, tá tey hava ein serligan tørv.

 

Í Gigni siga tey, at hetta eisini kundi verið eitt lággáttartilboð til familjuna, tá tekin um mistrivna vísa seg tíðliga hjá barninum - ella, tá familjan ikki trívist. 

 

- Tað er sera gott at hava fingið eitt tílíkt tilmæli, sum vónandi verður sett í verk soleiðis, at vit skjótt fara at síggja ítøkilig úrslit, verður lagt aftrat.