Familjur tola neyvan at fáa størri trýst á seg

Tað er heilt galið, at smábørn skulu hava líka langan arbeiðsdag sum vaksin

– Tað er alt ov strævið at vera smábarn í Føroyum, og tað er alt ov strævið at vera familja. Tað heldur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, og hann heldur, at Løgtingið eigur at hava eitt aðalorðaskifti um umstøðurnar hjá smábørnum og umstøðurnar hjá ungum familjum.

 

Tað er ikki ofta, at sjálvur løgtingsformaðurin tekur orðið á Løgtingi, men tað gjørdi hann í morgun, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Fólkaflokkinum um at foreldur kunnu skipa sína egnu barnaansing.

 

Páll á Reynatúgvu heldur, tað er vorðið so strævið at vera barnafamilja í Føroyum, at nú munnu vit vera á markinum til, hvussu hart tað ber til at spenna fólk fyri.

 

– Vit ómetaliga hørð krøv til ungar familjur. Tær skulu levera samfelagnum trý ella fýra børn, fyri at kunna endurnýggja samfelagið. Samstundis skulu tey spenna seg fyri eini hús, sum kosta tríggjar, fýra milliónir. Tað krevur ein langan arbeiðsdag, samstundis sum at tey skulu vera foreldur. 

 

Og tað er ringt hjá øllum foreldrum, at lúka allar tær treytir, vit seta til tey, tí tey eru undir alt ov hørðum trýsti, samstundis sum at fleiri uppgávur hjá foreldrum verða flutt inn í skúlar og barnagarðar

 

– Tað merkir so aftur, at børn skulu vera á dagsstovni allan dagin langan. Arbeiðsfólk arbeiða 40 tímar um vikuna, og tað er heilt galið, at børn í roynd og skulu hava ein líka drúgvan, ella enn drúgvari »arbeiðsdag«, enn vaksin hava við tað, at tey eru so leingi á stovni.

 

Tí heldur hann, at Løgtingi eigur at hava eitt aðalorðaskifti um trivnaðin hjá børnum, og hjá føroysku familjuni sum heild. 

 

Í hesum sambandi heldur hann, at tað er neyðugt, at vit bróta upp úr nýggjum, heldur enn bara at halda fram at byggja á ídnaðarsamfelagið, vit hava bygt upp hesi seinastu, nógvu árini og bara síggja ungar familjur sum arbeiðsross, ið skulu eiga børn og sum annars skulu knossast og strevast fyri at fáa alt at bera til.

 

Men áðrenn tað heldur hann, at eitt fakligt arbeiðið eigur at vera gjørt, sum lýsir støðuna, so at politikar hava eitt haldgott støði at viðgera málið út frá.