Familjur tørva pápar, men hetta?

Eg havi faktiskt eina kanning eftir Joseph Rowntree Foundation at “prógva” tað, ið nettupp konkluderar, at menn heldur vilja lurta at steik 1 í Rás 2, ella bispi, ella arbeiða í einum banka, enn at mala aftur og fram í køkinum við einum niðurnívdum menniskjahvølpi

Agga Niclasen
meining@meyl.fo
----------

Spyr meg ikki hví og hvussu, men av eini pøsandi mongd av opportunistiskum heimasíðum ætlað komandi pápum datt eg framá eina veruliga løgna eina. Hon eitur www.netbaby.dk.
Síðan skjýtur á ein sovorðan bleytan og betrivitandi máta upp, at komandi pápar lurta at barninum í lívmóðirini, binda seg til barnið, hoyra tann fyrsta hjartasláttin og, fyri alt í verðini, eru sunnir.
Tað vil siga, vera solidariskur mótvegis tínum betra helmingi við at geva upp alt býarlív, sigarettir og reyðvín til búffin, renna fyri lívið, haitibúgvar og, ja, tú ert við.

Heimasíðan fæst við klumsutum klisjeum sosum “tal med nogen om dine tanker; snak med din partner, din far, din bedste ven eller en kollega, der selv har fået børn”. Men sjálvandi fert tú ikki tað. Eingin við sítt fulla vit fer at “tosa” við nakran um tað, at blíva pápi; manglar bara, at vit nú eisini skulu skriva eina “babba-dagbók” soleiðis at, “tú veitst, vit kunnu skilja okkara innastu tankar”.
Eisini halda hesi sosialstýrandi heilsufólkini handan heimasíðuna, at tað hevði verið ein forbiið góð idé, um tú fortaldi tínari kvinnu, hvussu tú nýtur at síggja hennara maga gerast størri... og størri... og størri.
Men hvat er nú hetta fyri nakað svass? Hvussu kanst tú njóta ein bølnandi búk? Og sjálvt um tú, við nátturðaborðið, sigur við frúuna, at tú gert tað—og sostatt lýgur!—tá finnur hon útav tí, og so fært tú av at vita fyri hetta.

Eisini mæla tey okkum til at “følge med i din babys fosterudvikling—du vil uden tvivl blive forbløffet.” Ja, óivað. Talan er jú um eina mótsøgn, av tí at “eitt barns fosturmenning” ikki er til. Tí fyrst hevur tú fostur, altso manalív, síðani—umleið eftir 12. viku—barn, altso menniskja.
Og so skalt tú, afturat øllum hinum, til at lesa hart fyri barninum, fostrinum, whatever!, og spæla tónleik fyri tí mestsum gerandisliga. Men hetta er jú alt ov útlúgvandi, og børnini, tá ið tey einaferð koma út úr okkara fantastiska partnara, sum vit nú eru í ævigum takksemi til, forrestin, enda kortini sum nakrir forkelaðir lortendar klatrandi í trøunum heldur enn at dyrka Mozart og takka okkum fyri alt tað, vit eru fyri tey.

Omaná alt hetta skalt tú ikki bara vera har, tú-veitst... “til staðar”, men “vera á”, umframt at átaka tær heilt fremmandar skyldur sum til dømis at seyma knappar í aftur skjúrtuna, skilja klæðini áðrenn tú vaskar tey og so fortelja unnustuni, hvussu nógv tú nýtur at ansa eftir lítlabeiggjanum.
Men tað er jú heilt óerligt at billa sær inn, at ein maður heldur tímir at skifta blæur, spæla við eitt menniskja við javnt somu førleikum sum ein sjimpansa og gera løgin ljóð til tess at fáa eitt nøkulunda rationelt samskifti í lag enn at arbeiða.
Tá ið samanum kemur, hugsi eg, halda vit mannfólk tað vera nakað so keðiligt at húgla um pinkubørn; eisini hasi, tú hevur evstu ábyrgd og umsiting av, “tíni egni”.
Og eg havi faktiskt eina kanning eftir Joseph Rowntree Foundation at “prógva” tað, ið nettupp konkluderar, at menn heldur vilja lurta at steik 1 í Rás 2, ella bispi, ella arbeiða í einum banka, enn at mala aftur og fram í køkinum við einum niðurnívdum menniskjahvølpi.
Hetta eigur ikki at gera meg til ein neandertalskan sexistiskan grís, tá ið eg bara sigi, sum er—hóast tað helst er presiss tað, persónligu feministarnir nú halda meg vera. Og eg sum helt, at kvinnur vildu erligheit...

Og brenni meg um hesi menniskjuni ikki eisini vilja hava okkum at royndarkoyra túrin til sjúkrahúsið. Men uttan so at onkur babyhatari hevur førkað tað í viðgongutíðini, hvat er tá poengið við hesum?
Við slagorðinum “betragt dig selv som ve-partner” heita tey á okkum um at vera til reiðar við nøkrum “isklumper”. Hetta, opinberiliga, fyri at fáa konuna at hugsa um okkurt annað. Harragud.
Netbaby.dk endar við hasi ótólandi klisjeini, “forbered dig på at være uforberedt”. Genialt, og takk so miriliga, tit!

Spurningurin er nú so bara: hví? Hví øll hesi niðurlátandi tilmæli? Satt at siga, havi eg hug at siga sum sonurin, “danskt pjatt”, hevði tað ikki verið fyri tí, at okkurt annað býr aftanfyri slíkt kynsstillandi snor desainað at óseksualisera mannaættina.
Eg veit ikki, um tað kemur dáttliga á tey, men faðirskapur hevur eksisterað í eitt longri tíðarskeið nú. Eg havi so ein pápa, og hann hevði ein. Og fari eg ikki heilt skeivur, var abbi eitt produkt av einum pápa eins væl og eini mammu.
Uttan nakra uppíblanding frá einum riðili av alvitandi og ullintum krukkum nóg innbilskar at halda seg sita inni við nøkrum upplýsingum, ið onkursvegna glapp okkum úr høvdinum, hevur eitt ótal av mannfólki vant sínar synir og døtrar at verða lóglýdnir, klókir, stuttligir, sjarmerandi og brúkiligir limir í samfelagnum.
Babbar vóru, við øðrum orðum, frælsir at ala upp síni børn, sum tað hóvar teimum—og Gud forbjóði, at teir verða kallaðir nakað so ómodernað sum “pápar”.
Tað vóru eingi moralsk kravboð frá kvinnum, ið einaferð vóru menn, ella faktiskum kvinnum, ella “próvgrundandi” myndugleikum, um at súgva í seg møsn eins og: “Tá ið barnið er blivið trý til fýra mánaðar gamalt, hevði tað verið eitt hugskot at introdusera spøl; ger hetta uppá ein hátt, ið er aktivur og luttakandi (heldur enn bert observerandi).”

Sigur hvør? Sjálvsovurmetandi høvundar, sum eygna ein máta at fáa ræði á jarðbundnum verum.
Og seinni í lívinum, tá ið børnini fara í skúla, fáa tey ein fullvegis táputryggjaðan formular frá hasum har “heilsu-eitt-ella-annað” hjá okkum og barninum at fylla út. (Jú, heilsufrøðingar, kalla tey seg.) Vit greiða frá, at hon hevur tað gott í skúlanum, í fríkorterinum, og at frítíðin er góð. Vit fáa síðani at vita, sera informativt, at hon hevur tað gott í skúlanum, í fríkorterinum, og at, mín sann, frítíðin er góð. Genialt.
Umframt hetta, ein eykaágóði fyri dýrgoldna skattin, hugsi eg, fáa vit at vita, at tað er gott at hava nógvar vinir. Men tað, sum veruliga tók meg á bóli, var heilsuliga avdúkingin, at tað er gott at gera ymiskt við familjuni, og at tað var ordiliga gott, at vit gjørdu tað. Á denn vísdómur!
Men so endar formularurin í nøkrum, sum hevur við heimið at gera—hvat vit gera, hvussu vit gera tað, songartíð og annað—ið ikki rakar nakran annan enn okkum; og so slettis ikki nakran sneytandi og dagdvøljandi myndugleika. Tað er faktiskt nakað, ið eitur privatlív!

Men hvat um vit ikki gera tað, sum “tey klóku” prædika? Verða vit handtikin, um ikki vit kroysta okkara mannfólkaoyra at lívmóðirini, ella um vit spæla handa populerkøstin hjá Rás 2 heldur enn Mozart, ella fylgja leiðreglunum hjá Gigni.
Verða vit førdir framman fyri einum illum heilsutoymi, ið júst hevur verið á einum av hasum har ótólandi liðlaðandi yvirlivilsistúrunum, bert tí vit ikki fylgdu teirra tilráðingum um hvussu vit babbar eiga at stimbra barnsins heilamegi, ella um onkur okkara kom til at spæla okkara tónleik, mannfólkatónleik, og ikki hennara, eins og avtalað, sum hon skuldi føða? Ella fyri ikki at geva skúlabørnunum ein nóg grønan (og etiskt korrektan) matpakka?

Hvat um vit hava hug at gera tað, sum pápar plagdu at gera við síni børn—undantikið at buka tey: plasera tey á fangið, meðan vit roykja eina pípu og sippa til konjakkið, meðan vit lesa teimum eina søgu; senda tey ein túr oman í Activ at keypa Sosialin og ein stóran posa av blandaðum bomm; síggja til, at tey eru bara-eitt-viðursvet bangin fyri okkum; lata tey koyra við tær oman á Hvonn, har tey sleppa at vera uttanfyri við eini kola og kips?
Nei, tað hevði verið munandi betur, høvdu netbaby.dk, Gigni og aðrir yvirdeterministiskir kroppar takklað tað fakta, at tað nú er okkara avkom, ið fer inn í eina barnavinarliga ølstovu at drekka kola og hanga út, meðan foreldrini mugu finna seg í at sita uttanfyri við eini veðr og prins.

Handa heimasíðan roynir kortini at ugga okkum, “lad være med at bekymre dig, hvis du alligevel ikke har det hele klart, når babyen kommer. Du har hele livet for dig—sammen med dit barn.” Ja, nettupp, ‘tell me about it’... tað er for helviti tað, ið er trupulleikin!