- Tað er so umráðandi, at vit sum fólk og tjóð verða mint á týdningin av - og virðið í - okkara høvuðsvinnu, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Familjur kunnu óræddar koma á Sjómannadagin

- Sjómannadagurin er øðrvísi enn flestu onnur summartiltøk. Tiltakið er øðrvísi á tann hátt, at alt – ja, enntá eisini máltíðir – eru ókeypis, sigur borgarstjórin, Karl Johansen.

 

 

- Tað er so umráðandi, at vit sum fólk og tjóð verða mint á týdningin av - og virðið í - okkara høvuðsvinnu, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, hevur sett saman nakrar reglur, nú Klaksvíkin skipar fyri Sjómannadegi um vikuskiftið. Borgarstjórin hevur nógv upp á hjarta, og øll greinin hjá honum kann lesast á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu - www.klaksvik.fo

 

Í greinini vísir borgarstjórin á, at Sjómannadagurin er eitt dømi um, hvat myndar Klaksvíkar bý. 

 

- Síðan 2005, tá fyrsti Sjómannadagur varð hildin, er tiltakið bara vaksið og hevur ment seg so nógv, at tiltakið er vorðið siðvenja hjá 1000-tals føroyingum, sum leita sær til Klaksvíkar hendan dagin.

 

Karl Johansen sigur, at Sjómannadagurin er øðrvísi enn flestu onnur summartiltøk, stevnur og festivalar, og daguri er øðrvísi á tann hátt, at øll tiltøk – ja, enntá eisini máltíðir - eru ókeypis.

 

- Hetta ger, at familjurnar óræddar kunnu gera sær ein túr til Klaksvíkar á Sjómannadegnum - uttan at stúra fyri kostnaðinum.

 

Hann vísir á, at á henda fólksliga og hugaliga hátt setir dagurin sjóneykuna á sjógvin - fiskivinnuna - og tað, sum hevur tilknýti til hana.

 

- Tað er altíð stuttligt at síggja børn og vaksin í vatnkríggi, at fylgja øðrvísi kappingum millum sjómenn og onnur, fylgja kjaki og fyrilestrum, síggja fiskar í kørum og annars vera við til ein dag, sum minnir okkum á, hvat tað er, sum vit í stóran mun liva av sum fólk og tjóð.

 

Karl Johnsen sigur, at tørvurin á Føroya Sjómannadegi er ikki minkaður hesi árini, heldur tvørturímóti.

 

- Tað er so umráðandi, at vit, sum fólk og tjóð, verða mint á týdningin av - og virðið í - okkara høvuðsvinnu okkara. Tí vil eg takka fyrireikarunum og stuðlunum hjá Føroya Sjómannadegi fyri tykkara fantastiska arbeiði og áhaldni øll hesi ár.

 

At enda bjóðar borgarstjórin øllum hjartaliga vælkomnum á Føroya Sjómannadag 2023.

 

 

 

- Tað er so umráðandi, at vit sum fólk og tjóð verða mint á týdningin av - og virðið í - okkara høvuðsvinnu, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.