Familjuguðstænasta verður í Fámjin í morgin 2. mai kl. 14.00 Av tí sama verður eingin sunnudaggsskúli í Vági og á Tvøroyri, men alt verður ístaðin í Fámjin.
Bussur koyrir frá Meinigheitshúsinum í Vági uml. kl. 13 og aftur uml kl. 16.
Á skránni verður sangur og spennandi og øðrvísi innsløg.
Fámjins krikja er serstøk, tí har hongur Merkið - fyrsta føroyska flaggið. Ein av stigtakarunum til Merkið, J. O. Lisberg, var úr Fámjin.
Tað eru Jónsvein Bech prestur sum saman við Finn Johannessen, ið stendur fyri tiltakinum.
Aftaná verður farið ein túr í skúlan til ein drekkamunn.