Familjudagur í Nólsoy

Undir slagorðinum, Nólsoy eitt paradis fyri børn og vaksin, skipar ungdómshúsið Látrið fyri familjudegi Kristi Himmalfarardag.

Undir slagorðinum, Nólsoy eitt paradis fyri børn og vaksin, skipar ungdómshúsið Látrið fyri familjudegi Kristi Himmalfarardag.

 

Hetta er annað árið á rað, at ungdómshúsið Látrið skipar fyri slíkum familjudegi, og síðsta ár eydnaðist dagurin sera væl. Mett verður, at umleið 400 fólk vitjaðu í oynni.

 

Nú er so aftur gylti møguleikin av savna familjuna, finna gummistyvlarnar fram, seta húgvuna á høvdið og hoppa umborð á Silju Star.

 

Fólk frá ungdómshúsinum standa fyri teimum vitjandi á keiini í Nólsoy, og fylgja fólki niðan í ungdómshúsið.

 

Har verður ein ørgrynna av tiltøkum til børn og vaksin, tí tey fara at síða, renna í bólti, fanga krabbar, fiska, mála andlit og mangt annað - alt til livandi tónleik frá Terja Rasmussen.

 

Tað kostar 50 krónur at koma inn í Látrið, men so eru allar upplivingar eisini ókeypis.

 

Tað ber sjávandi eisini til at keypa kaffi og te og eta Nólsoyar vaflur aftur við. Ymiskt annað drekkandi verður eisini at fáa umframt toast og frukt.

 

Silja Star siglir hvønn tíma frá klokkan 13.00, og standa fólk eftir, verða eykatúrar sigldir. So eingi nýtist at sita eftir, men koma á familjudag í Nólsoy Kristi Himmalarardag, 29. mai og uppliva ymiskleikan í kommununi.