Krabbameinsfelagið bjóðar familjum við børnum, sum hava mist mammu ella pápa orsaka av krabbameini, til mennandi og hugnaligan dag leygardagin 6. oktober á Gjáargarði við Gjógv.
Familjusjónarhornið hevur stóran týdning í ráðgevandi arbeiðinum, tí ið tá ein í familjuni gerst sjúkur ella doyr, verður øll familjan rakt.
Krabbameinsfelagið vil geva møguleika fyri, at familjurnar kunnu møta øðrum familjum, sum kenna til at missa ein tey elska og sakna, og sum kenna til at hava stúran og sorg í daglidegnum.
Lívshóttandi sjúka og deyði ber við sær at gerandisdagurin broytist frá tí, sum plagdi at vera, til eitt nýtt lív, merkt av ruðuleika, bæði praktiskt og kensluliga. Óvanligar støður taka seg upp, og nógvir tankar og truplar kenslur eru at stríðast við. Børnini skulu liva víðari uttan mammu ella pápa, ímeðan eftirlivandi foreldrið stendur einsamalt við ábyrgdini, og er tað sjálvsagt ein stór avbjóðing at blíva ein vanlig familja aftur. Í hesi støðu kann tað vera gevandi og mennandi at hitta aðrar familjur við somu avbjóðingum.
Endamálið við degnum er, at familjurnar í felag seta orð á tað, sum er svárt og torført, men samstundis gjøgnum spæl og stuttleika seta fokus á gleði og látur í lívinum. Møguleiki verður givin at vera saman og hugna sær, og eisini minnast mammuna, pápan og makan, sum ikki er longur.
Stúranin og óttin hjá børnunum kann hava mong andlit. Summi børn óttast, at foreldrið sum livir eftir, eisini fer at doyggja. Onnur uppliva, at mamman ella pápin verða forelskað, og ørkymlast tí tey gerast bangin fyri, at deyða mamman ella pápin verða gloymd.
Tá foreldur fáa møguleika at lurta eftir, hvørjir tankar børnini gera sær, er lættari at stuðla teimum í tí, sum er torført. Og tá børnini hoyra, hvat mamman ella pápin hugsa, gerst ímyndingin og stúranin ofta minni, og samstundis meira veruleikakend. Hóast børn og vaksin kunnu reagera ymiskt, so verður lættari at skilja hvønn annan, tá ið orð verður sett á, og familjan kann fáa eina styrkta kenslu av at vit standa saman.