Familjan óttast Susan Boyle

?Er trygdin kring kendu ?Britain?s Got Talent-stjørnuna nóg góð?? Tað spyrja tey í familju hennara, eftir at tað er komið fram, at ein maður er sjúkliga hugtikin av henni Sum skilst hevur maðurin onkursvegna fingið hendur á telefonnunmari hennara. Hann sigur seg vera í familju við 49 ára gomlu songkvinnuna, og roynir ferð eftir ferð at genera Susan.

- Tað finnast nógv løgin fólk harúti. Slíkir sum hesin kunnu gerast vandamiklir við tíðini, og tí eru vit ikki sørt óttafull um tryggleika hennara, sigur bróður Susan, Gerry til New of the World.

Hetta er ikki fyrstu ferð at mannligir fjepparir vilja gera alt fyri at hitta Susan. Í fjør kom ein slíkur óboðin gestur á gátt hjá henni.

- Vit óttast fyri at okkurt álvaramt fer at henda henni, sigur Gerry.