Familjan skal spyrjast

Børn eiga ikki at verða flutt frá foreldrunum til eitt ókent umhvørvi uttan, at nærmasta familjan verður spurd eftir. Andrias Petersen heldur, at nærmasta familja hjá einum barni, ið er komið illa fyri, skal hava møguleika at taka sær av barninum, tí hon er í flestum førum besta loysnin fyri barnið.

Í umrøðuni av nýggju barnaverndarlóggávuni hevði javnaðartingmaðurin, Andrias Petersen, eitt rættiliga áhugavert sjónarmið. Andrias Petersen hevur í arbeiðsørindum verið á kanningarferð í Danmark, har millum annað varð nomið við barnaverndarøkið.
Hagtølini í Danmark vísa, at fleiri og fleiri børn verða árliga flutt frá foreldrum teirra. Danir hava ásannað, at tað er trupulleiki, og ynskja at gera okkurt málið
Andrias Petersen greiðir frá, at sviiar vóru í líkandi støðu í 80 árunum, og teir valdu eina eitt sindur øðrvísi loysn. Ein loysn, sum javnaðartingmaður metir skal roynast í Føroyum.
? Áðrenn foreldrarætturin yvir einum barni verður fluttur til ókend fólk, hava sviar ta manngongd, at tey nærmastu, tað verið seg ommur, abbar, fastrar os. fr, verða altíð spurd, um tey eru áhugað í at taka sær av barninum, ið er komið illa fyri. Úrslitið av svensku royndunum hava verið sera góðar, og danir umhugsað nú at nýta somu skipan, fortelur Andrias Petersen.
Úrslitið við svensku skipanini hevur verið, hagtølini yvir har foreldrarætturin
verður fluttur er nógv lækkað, tí barnið fær framhaldandi møguleika at veksa upp hjá nærmastu familju.

Nógvir fyrimunir
Andrias Petersen heldur, at fleiri fyrimunir eru við svensku skipanini. Heldur enn at flyta eitt barnið frá sínum vanliga umhvørvi til eitt ókent stað, eiga vit at gera alt fyri, at barnið sleppur framhaldandi at verða í heimliga umhvørvinum.
? Tað er nógv best fyri barnið, at tað sleppur at vera í sama umhvørvi, har taå kennir fólkini, ið passa ein. Tað kann bara vera ein fyrimunur fyri barnið, at tað kennir familjuna, hugburðin og umhvørvið, har tað býr. Hyggja vit eisini søguliga, so var vanligt, tá skip gingu burtur, at tey nærmastu tóku sær av børnunum, so vit hava ein tradition fyri hesum, sigur javnaðartingmaðurin.
Andrias Petersen er sannførdur um, at skipanin í Svøríki eigur at vera gjørd til fasta mannagongd í Føroyum Identiteturin hjá einum barni verður aloftast skaptur í barnaárunum, og tá er tað ómetaliga týdningarmikið, at barnið hevur so tryggar umstøður sum møguligt. Ein góður máti er altíð spyrja familjuna hjá viðkomandi barni, ið er komið illa fyri, um tey kunnu vera við til at tryggja barninum ein tryggari uppvøkstur, heldur Andrias Petersen.