Familjan Holm á MíttLand

Nú er seinni og seinasti dagurin á MíttLand orduliga farin í gongd. Nógv fleiri fólk eru komin oman á festivaløkið, og ímillum allar festivalgestirnar eru Jonna og Mortan Holm. Jonna og Mortan eru úr Porkeri, og ferða í løtuni í Keypmannahavn saman við familjuni. Tey vóru í Føroyahúsinum í morgun til morgunmat fyri Suðuroyingar, og gjørdi so av at forseta dagin við at fara á MíttLand.

- Tað var faktiskt av tilvild at vit avgjørdu at fara á MíttLand í dag, men veðrið er av tí allar besta, og vit hugna okkum óført, sigur Jonna.

Hjúnini Holm ætla bara at njóta dagin á MíttLand saman við góðum fólki, og góðum tónleiki.

- Hetta er eitt frálíkt tiltak sum er her, vit kenna nógv fólk, og umstøðurnar eru super, sigur Jonna, ið annars bara fer at njóta restina av summarferiuni saman við familjuni.