DR2 sendir í kvøld dokumentarsending um familjulívið hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra. Dóttirin Lisa greiðir frá, at hon ansar væl eftir, hvat hon ger. Dokumentarsendingin ?Ein heilt vanlig óvanlig familja?, sum DR2 sendir í kvøld, fylgir familjuni hjá Lars Løkke Rasmussen. Danski forsætisráðharrin er giftur føroysku Sólrun Jákupsdóttir, og tey eiga trý børn.
Tey greiða øll frá, hvussu familjan hevur tað við øllum tí, sum fylgir við at pápin er forsætisráðharri. Løgreglufólk og PET-agentar eru um familjuna 24 tímar um døgnið, forsætisráðharrin er støðugt í brennideplinum, og samstundis skulu tey hava eitt familjulív at virka.
Familjan verður noydd at ansa væl eftir, hvat tey gera, og tað greiðir dóttirin Lisa millum annað frá.
- Eg ansi eftir, hvat eg sigi og geri, og hvar eg eri, so eg ikki fái trupulleikar. Beiggi mín var til eina hermannaveitslu, og so komu myndir av honum fyrst á Facebook og seinni í miðlarnar. So eg havi fingið allar býttisligar myndir av mær strikaðar á Facebook, sigur 15 ára gamla Lisa.
- Vinkonurnar hjá mær vita eisini, at eg havi nakrar avmarkingar og má ansa betur eftir, enn um mamma og pápi min arbeiddu í Super Best, sigur hon.
Sendingin um familjuna hjá Løkke og Sólrun verður at síggja á DR2 í kvøld kl. 20.20.