Eftir fýra ár og trý meistaraheiti í føroyskum fótbólti, hevur Jesper Brinck valt at fara aftur til danskan fótbólt. Hann sigur við bold.dk, at familjan var ein stór orsøk til at gevast í KÍ, at føroyskur toppfótbóltur er sum miðjan á næstbestu deildini í Danmark og at hann ikki hevði so nógv at renna eftir longur.
- Familjan hálaði í meg. Daman fer til Danmarkar at lesa og eg hugsi eisini um lívið aftaná fótbóltin. Eftir nøkur fantastisk kappingarár, har vit hava vunnið alt uttan steypakappingina, so havi eg ilt við at síggja hvat meira enn kann røkka í føroyskum fótbólti, sigur Jesper Brinck í samrøðu við bold.dk.
Hann nevnir millum annað, at KÍ í fjør vann FM uttan at tapa ein dyst alt kappingarárið. 33 ára gamli verjuspælarin sigur eisini í samrøðuni, at hann metir KÍ verða á stig við miðjuna í næstbestu deildina í Danmark.
- Eg vildi sagt, at eg havi spælt á einum stigi, sum svarar til miðjuna av 1. deild. Hvørtfall okkara lið. Har eru nøkur lið, sum ikki eru so góð, staðfestur Jesper Brinck.
Jesper Brinck spældi 114 dystir á besta liðnum hjá KÍ frá 2019 til 2022.