Familjan framvegis fremst

Miðflokkurin setir framvegis familjuna fyrst, sigur løgtingsmaður floksins eftir landsfundin, sum var um vikuskiftið

Rentustuðulin skal ikki lækka, og mjólkarprísurin ikki hækka, siga miðflokkafólk, sum hildu landsfund í Havn um vikuskiftið. Og tað kemur ongantíð upp á tal at loyva samkyndum parløgum, so leingi Miðflokkurin hevur ávirkan á landsins stýri.
Jenis av Rana, tingmaður Miðfloksins, sigur, at fundurin var samdur um, at førdi politikkur floksins skal halda fram.
Landsstýrismaður floksins fekk eisini frá landsfundinum stuðul til framhaldandi at reka tann politikk, hann higartil hevur rikið á heilsuøkinum, sigur Jenis av Rana.
Familjupolitikkur stendur sera sjónskur í skjøldi Miðfloksins. Og hesin landsfundurin var einki frávik í so máta.
Men flokkurin harmast um, at tann veikasti føroyingurin, tað ófødda barnið, verður ikki nóg væl vart, heldur landsfundur Miðfloksins.
?Og illa dámar okkum, at læknar brúka sosialar grundgevingar fyri at loyva fosturtøku, sigur Jenis av Rana.
Hann sigur, at tað er beinleiðis skomm at tosa um ringar tíðir í Føroyum í dag. Tí tað passar ikki, sigur hann. Vit hava tað tímiliga so gott sum nakar, sigur Jenis av Rana. So handan grundgevingin heldur als ikki, staðfestir hann avgjørdur.
Eitt evni, sum nógv verður viðgjørt á fundum hjá Miðflokkinum, eru viðurskifti, sum hava við samkynd at gera. Eisini á landsfundinum nú um vikuskiftið var hetta evnið uppi og vendi.
Jenis av Rana sigur, at tað fer ikki at koma upp á tal at loyva samkyndum parløgum í Føroyum. Hann væntar heldur ikki, at nakað slíkt uppskot kemur frá landsstýrismanninum við lógarmálum, sum annars hevur verið uppi og vent.
?At koma við einum slíkum uppskoti er tað sama sum at siga somgunguna upp, er Jenis av Rana, løgtingsmaður Miðfloksins, púra sannførdur um. Hesi fókini hava brúk fyri hjálp, og tey skulu fá alla ta hjálp, tey yvirhøvur hava fyri neyðini, sigur hann. Men at broyta landsins lógir til frama fyri tey, kemur yvirhøvur ikki upp á tal.