Í Vikuskiftis-Sosialinum hitta vit tey bæði, Jógvan Kristin og Heidi Olsen, sum hava búð í Quatar, men sum nú saman við fimm børnum flyta til Svínoyar at búgva.
– Rákið í flestu londum, eisini her heima hjá okkum, er, at fólk flyta av bygd og til eitt størri stað, siga Heidi og Jógvan Kristin Olsen, sum ganga ímóti hesum ráki – og tað við máta eisini.
Seinastu trý árini eru tey flutt úr Qatar í miðeystri til Svínoyar – umvegis Tórshavn
Seinasta vikuskiftið var Sosialinum til frumsýningina av leikinum »Havfrúgvin« hjá Jóanes Nielsen.
Fleiri kvinnur, sum Miðlahúsið hevur tosað við eftir frumsýningina kenna seg ikki aftur í lýsingini av kvinnunum, sum verða lýstar í leikinum. Ein teirra er listaummælarin, Kinna Poulsen.
–Tær hava funktión antin sum hjálparar ella sexdjór, segði hon.
– Tað er høvuðspersónurin Olivur, ið lýsir kvinnurnar í leikinum. Men tá vit møta kvinnunum síggja vit, at hansara lýsing av teimum er skeiv, sigur Eyðun Johannessen, leikstjóri.
Trýstið á pílin á myndini og hoyrið Barbaru Holm, blaðstjóra, greiða frá innihaldinum í VikuskiftisSosialinum hesaferð.