Fyrrverandi enska stórfelagið, Nottingham Forest, er nú komið á nýggjar hendur. Tað er Al-Hasawi familjan úr Kuvait, ið hevur keypt felagið, sum í 1980 vann táverandi Champions League kappingina annað árið á rað.
Nottingham Forest er í dag at finna í The Championship, sum er næstbesta deildin í Onglandi. Felagið var í 2005 at finna heilt niðri í triðj bestu deildini, men eftir trý ár var Nottingham Forest aftur at finna í The Championship og stíðist fyri at koma upp í Premier League.
Í fjør gekk illa og felagið endaði á 19. plássi. Táverandi eigarin, Nigel Doughty, lýsti felagið til sølu, men doyði áðrenn hann fekk selt tað. Tað hevur gjørt samráðingarnar við Al-Hasawi famijuni heldur torførar, men nú er handilin komin upp á pláss.
«Tað er ein stórur heiður og æra, at hava keypt eitt so stórt felag. Vit gleða okkum til eina bjarta framtíð við felagnum, sigur Al-Hasawi familjan sambært BBC.
Bjartasta tíðarskeiði hjá Nottingham Forest var frá 1978 til 1980, tá felagið undir leiðslu av Brian Clough megnaði at vinna kappingina fyri meistarar tvær ár á rað.









