- Ein kvinna ringdi til Dátueftirlitið og spurdi hvussu ein meldar falskar vangamyndir á Instagram. Orsøkin var, at dóttirin var komin illa fyri á Instagram, har fleiri falskar vangamyndir vóru gjørdar av henni, og ein rúgva av privatum myndum av dóttrini vóru almannakunngjørdar. Dóttirin var í stóran mun úrlatin á myndunum.
Hetta skrivar Dátueftirlitið í ársfrágreiðingini fyri 2013.
Dátueftirlitið sigur í ársfrágreiðingini, at hetta er einasta dømi um ein falskan instagramprofil, sum Dátueftirlitið hevur fingið fyrispurningar um.
Áður hava føroyingar verið fyri misnýtslu á Facebook, har falskir profilar eru gjørdir við óhóskandi myndum.
Dátueftirlitið sigur, at falskar vangamyndir eru tað, ið Instagram kallar “Impersonating accounts” og fyri at melda eina slíka vangamynd skal hesin framferðarháttur nýtast: help.instagram.com/446663175382270