Ferðsluóhapp í tunlum kunnu lættari elva til meira umfatandi vanlukkur enn ferðsluóhapp á vegunum. Nú hevur Landsverk gjørt ein faldara um at koyra trygt í tunli Tað finnast mong ræðandi dømi úr øðrum londum um, hvussu álvarssamar avleiðingar eitt ferðsluóhapp inni í einum tunli kann hava við sær. Tí er tað umráðandi at skipa fyri tiltøkum, sum kunnu fyribyrgja óhappum í tunlum og/ella í minsta lagi minka um avleiðingarnar. Tað skrivar Landsverk á heimasíðu síni.
Sagt verður, at tað at byggja og innrætta tunlar rætt er partur av hesum fyribyrgjandi arbeiði. Harumframt er upplæring av teimum ferðandi og útbúgving av fólki í tilbúgvingini av stórum týdningi, soleiðis at tey vita, hvussu tey skulu bera seg at, tá ið óhapp henda.
Røtt atferð, tá ið eitt óhapp hendir, kann fyribyrgja, at eitt óhapp verður til eina vanlukku, sigur Landsverk.
Allir føroyskir tunlar eru ikki dagførdir enn við neyðugari trygdarútgerð. Tí mælir Landsverk til, at ferðandi gera seg kunnugan við, hvør útgerð er í hvørjum tunli, eftir sum hetta er ymiskt frá tunli til tunnil.
Meiri kann lesast um hetta í spildurnýggja faldaranum hjá Landsverki ?Trygg atferð - tá ið koyrt verður í tunli?, sum kann heintast á heimasíðuni hjá stovninum. Hon eitur landsverk.fo