Fakta um verkætlanina

Skiljiristin

Verkætlanin um rist í svartkjaftatroli er gjørd í samstarvi millum trolvirkið Vónina, svartkjaftaskipini og Fiskirannsóknarstovuna, sum saman við játtanini til "varðveiting av fjølbroyttum flota" eisini hava fíggjað ætlanina.
Tey, ið hava staðið fyri royndunum, eru Áslakkur Hansen (Vónin) og Kristian Zachariassen (Fiskirannsóknarstovan).
Kristian Zachariassen hevur skrivað frágreiðingina um royndirnar sum gjørdar eru umborð á Nærabergi og Christiani í Grótinum.
Uttan gott samstarv millum P/F Vónina, svartkjaftaskipini og Fiskimálaráðið var henda verkætlan ikki vorðin til veruleika.