Fakta um útbúgvingarstuðulin

Í gamlari tíð fingu føroyingar í útbúgving í Føroyum stuðul frá danska statinum - Statens Uddannelsesstøtte (stytt SU). Í 1988, tá refusjónskipanin frá danska statinum varð broytt til blokkstuðulsskipan, var eisini útbúgvingarstuðulsskipanin broytt. Føroyski stovnurin, sum stendur fyri útbúgvingarstuðlinum, kallast Stuðulsstovnurin, og stuðulin verður nevndur Útbúgvingarstuðul (stytt ÚS)

Danska stuðulsskipan varð hildin at hava fleiri vansar, og varð hetta broytt, tá føroyska skipanin varð sett í gildi. Eitt nú var kravið, at øll undir 21 ár fingu stuðul alt eftir, hvussu stór nettoinntøkan hjá foreldrunum var. Hetta varð broytt í føroysku skipanini soleiðis, at øll yvir 18 ár fingu eina og somu upphædd. Tey, sum vóru undir 18 ár, fingu eina minni upphædd. Munur varð eisini gjørdur á, um fólk búðu heima hjá foreldrum, ella útibúgvandi.

Ein annar aðalmunur var, at meðan tú í donsku skipanini ikki kundi forvinna meira enn ávísa upphædd við síðuna av útbúgvingini, setta føroyska skipanin eingi mørk fyri inntøku.

Sama ár sum føroyska skipanin varð setti í verk, hækkaði veitingin frá SU, sum tískil veitti hægri útbúgvingarstuðul, enn føroyska skipani, ÚS. Danska veitingin eru síðani hækkað fleiri ferðir, meðan tann føroyska veitingin er lækkað.