Fakta um Bátafestivalin

Flestu tiltøkini byrja klokkan 13; tá letur sølustevnan upp í høllini hjá Landingarmiðstøðini, loppumarknaður verður í tjaldinum, og kafeteria letur upp í høllini hjá Landingarmiðstøðini.
Klokkan 13 verður eisini høvið at royna Føroya størstu trampolin, hoppiborg og el-bilar. Hesi tiltøk verða á stevnuøkinum millum Landingarmiðstøðina og Kassamiðstøðina.
Bátarnir møtast við Flesjarnar klokkan 14 og stevna inn í Oyrahavnina umleið klokkan 14.30, har hornorkestur spælir.
Bátsfólkið fær feska suppu í kaffistovuni á virkinum hjá Fiskavirking.
Klokkan 17 verður byrjað at grilla búffar, og søla verður av pylsum.
Konsertin hjá skúlaorkestrinum byrjar eisini klokkan 17; hon verður í tjaldinum.
Kirkjukórið syngur í høllini hjá Landingarmiðstøðini klokkan 19.30.
Klokkan 20 verður uppboðssøla av málningum og meksikansk uppboðssøla av skemtitekningum. Tað eru reiðarar í kommununi, sum eru teknaðir av Martini Tórgarð, ið er fastur teknari hjá Dimmalætting.
Klokkan 24 byrjar fer Dansiorkestrið at spæla til dans í høllini hjá Landingarmiðstøðini, samstundis sum DJ-Show byrjar í tjaldinum.
Kowboyhattar og rósur kunnu keypast á festivaløkinum.