Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, varð streyfaður av skotum í nátt okkara tíð á einum veljarafundi í býnum Butler í statinum Pennsylvania.
Ein áskoðari doyði, meðan tvey onnur fingu álvarsligan skaða.
FBI hevur lýst skottilburðin móti republikanska fyrrverandi forsetanum sum eina morðroynd.
Tað er langt frá fyrstu ferð, at ein forseti í USA hevur verið fyri morðroynd, og fleiri forsetar eru eisini dripnir.
##med2##
Les meira her:
* Andrew Jackson forseti varð skotin, meðan hann var til jarðarferð í Capitol, í 1835. Drápsmaðurin skeyt tvær ferðir, men byrsan fór ikki av.
* Theodore Roosevelt, forseti, varð í 1912 skotin á veg at halda røðu í Milwaukee. Eins og Trump stillaði hann uppaftur sum forseti eftir at hava verið úr embætinum. Sambært Roosevelt sjálvum var tað hansara 50 síður langa røða, sum minkaði um ferðina á kúluni, sum varð verandi í honum restina av lívinum.
* Franklin D. Roosevelt var forsetavalevni, tá ið hann varð skotin í Miami í 1933. Byrsumaðurin rakti ikki forsetavalevnið, men rakti og drap borgarstjóran í Chicago.
* George Wallace gjørdi eina triðju roynd at gerast forseti, tá hann í 1972 varð skotin á einum valstríðstiltaki uttan fyri Washington. Hann var lamin frá miðjuni niðureftir.
* Gerald Ford forseti varð fyri tveimum drápsroyndum stutt eftir hvørja aðra í 1975. Fyrstu ferð í Sacramento í Kalifornia og seinnu royndina í San Francisco.
* 30. mars í 1981 var Ronald Reagan forseti raktir av skoti, tá hann var á veg aftur í bil sín eftir at hava hildið røðu á Washington Hilton.
* Í 2011 vórðu skot latin í Hvítu Húsini, meðan Barack Obama var forseti.
##med3##
* Abraham Lincoln, forseti, var fyrsti forsetin, sum varð myrdur. Tað hendi í 1865, meðan hann var í sjónleikarhúsi í Washington D.C.
* James Garfield, forseti, varð skotin á eini tokstøð í Washington D.C. í juli 1881. Hann doyði av teimum skaðum, hann hevði fingið undir skottilburðinum í september sama ár.
* William McKinley forseti varð skotin í september 1901 í Buffalo í statinum New York. Hann doyði nakrar dagar eftir skottilburðin.
* John F. Kennedy forseti varð skotin í Dallas í Texas í 1963, meðan hann skrúðgongu í opnari limousinu gjøgnum býin.
* Robert F. Kennedy var forsetavalevni, tá hann í 1968 varð skotin og dripin í Los Angeles í Kalifornia, júst sum hann hevði vunnið undanvalið í statinum.
Kelda: CNN, CBS.
/ritzau/