Nýggi stjórin á Havstovuni sigur, at stovnurin í dag hevur eitt nógv betri grundarlag at byggja sínar metingar á, enn hann nakrantíð áður hevur havt. Nýggi stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, sigur, at hann fer at leggja stóran dent á at hava eitt tætt samband við tey fólk í samfelagnum, ið hava brúk fyri teirri vitan, sum Havstovan fær til vega.
- Eg fari at kunna um okkara arbeiði og úrslit. Eg fari at lurta og kjakast, sigur hann.
Nú nógv hevur verið frammi um stongsul á bretska hýsumarknaðinum, sigur nýggi stjórin á Havstovuni seg vóna, at Føroyar sum skjótast fara at koma sær burtur úr hesum trupulleika, sum hevur tikið seg upp.
- Eg havi vónir um, at hetta fer at eydnast, sigur stjórin, sum vísir á, at tað er ?trendurin? allastaðni uttanum okkum, at brúkarar seta krøv til, at fiskiveiða er burðardygg.
Eilif Gaard sigur seg hava vónir um, at fiskifrøðiliga ráðgevingin saman við politiska myndugleikanum og vinnuni kunnu finna loysnir, sum bera á mál, soleiðis at føroyskar fiskavørur ikki verða darvaðar av stongsli uttanlands.
Nýggi stjórin sigur, at Havstovan í dag hevur eitt nógv betri grundarlag at byggja sínar metingar á, enn hon nakrantíð áður hevur havt.
- Fakligi førleikin er størri, og gróðurkanningarnar eru eitt av reiðskapunum, sum vit brúka og fara at brúka meiri aktivt frameftir eisini, sigur Eilif Gaard, sum er doktari í havlívfrøði.