Sendingarnar verða fleiri og tretivu í tali, so nógv ymisk viðurskifti og nógv ymisk sjónarmið kunnu koma fram.
Aðrir fjølmiðlar hava eisini sýnt áhuga fyri skúlanum.
Eitt, sum komið er fram í fleiri førum, er ein mót-setningur millum fakliga innihaldið í skúlanum og pedagogikk.
Síðan hetta er komið upp, havi eg hugsað nógv um hesa uppseting, sum summi tykjast at vilja gera til høvuðstrupulleikan í dagsins skúla.
Eg má siga sum er, at eg skilji ikki hesa andsøgn.
Kenni tí trongd til at spyrja, hvussu henda andsøgn sær út í huganum hjá teimum, sum vilja vera við, at pedagogikkin stendur í vegin fyri dyggum fakligum støði í fólkaskúlanum.









