Fakfeløgini sleppa ikki at mótmæla á Tinghúsvøllinum

Løgtingsskrivstovan hevur noktað mótmælandi fakfeløgunum at seta røðarapallin á økið hjá Løgtinginum.

Orsøk: Tiltøkini eru vend móti Løgtinginum og Landsstýrinum!

Internet-Sosialurin, hósdagur: ­ Tað kom fyrireikarunum av mótmælistiltakinum í Havn í morgin dátt við, at tey ikki sleppa at seta røðarapallin framman fyri Tinghúsið, soleiðis sum annars plagar at verða gjørt.


Feløgini hava fingið neyðugu loyvini frá løgregluni, og byrjar mótmælisgongan við Sjónleikarhúsið klokkan 15. Hagani verður gingið oman á Vaglið, har røður verða hildar og felagssangur. Roknað verður við, at nógv fólk koma saman á Vaglinum.


Hóast Løgtingsskrivsstovustjórin ikki vil, at røðarapallurin skal standa framman fyri Løgtinginum, so fáa fyrireikararnir ikki størvegis trupulleikar av tí. Pallurin kann eins væl standa framman fyri Gamla Bókhandilin, ella á ørðum stað. Men tey skilja ikki endamálið við at nokta feløgunum at nýta vanliga staðið: Túnið sunnan fyri Løgtingið.