Fakfelagsfólk halda talu í Vestmanna

Reyða Torgið í Vestmanna verður aftur karmur um hátíðarhald í ár

Leygardagin er 1. mai, sum er altjóða arbeiðaradagurin og tann dagurin verður hátíðarhildin um allan heim. Eisini í Føroyum hevur hann verið hátíðarhildin, og Vestmanna er ein bygd, har tey hava hildið 1. mai í fleiri ár.

Aftur hesa ferð verður hátíðarhald á Reyða Torginum í Vestmanna leygardagin klokkan 16 og har verða tað fakfelagsfólk, sum fara at halda røðu. Har verða tað nevniliga Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, og Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sum fara at røða.

Vestmanna Hornorkestur fer at spæla bæði Internationala og Tjóðsangin og eftir hátíðarhaldið bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn í felagshølunum beint við.

Tað eru Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag, sum skipa fyri 1. maidagshaldinum í Vestmanna.