Fakfelag stuðlar verkfallinum

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fær nú stuðul frá Skipara- og Navigatørfelagnum

Fyrsta fakfelagið vísir nú sín stuðul til verkfallið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Tað er Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sum í almennari yvirlýsing heitir á Fíggjarmálaráðnum at vísa felagnum stórsinni, og átalar, at avtalan hjá Starvsmannafelagnum skal verða lønarkarmur fyri aðrar lønarbólkar.


Yvirlýsing, ið Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, hevur undirskrivað, er fylgandi:


Føroya Skipara- og Navigatørfelag vil hervið siga frá, at felagið tekur fult undir við og stuðlar Føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum í tess verkfalli og krøvum um betur lønarsømdur og treytir.


Føroya Skipara- og Navigatørfelag átalar, at gjørdar lønaravtalur hjá Starvsmannafelagnum skal verða lønarkarmur fyri aðrar lønarbólkar.


Føroya Skipara- og Navigatørfelag virðismetir tað stóra arbeiði, sum okkara sjúkrarøktarfrøðingar og alt starvsfólkið í almannaverkinum fremur trivnaðinum í Føroyum at frama. Fíggjarliga gongdin og vælferðin í føroyska samfelagnum heimilar, at nú er stundin komin, at hesir lønarbólkar fáa virðilig lønarviðurskifti.


Føroya Skipara- og Navigatørfelag heitir á Fíggjarmálaráðið, um at vísa stórsinni yvirfyri teimum, sum skapa tey bleytu virðini í samfelagnum.