Meðan arbeiðsgevararnir tóku undir við semingsuppskotinum frá semingsmonnunum, so hava fakfeløgini vrakað uppskotið. Tað fer allar helst at føra til verkfall.
Men støðan er eitt sindur sermerkt, tí sum skilst á lagnum, so er tað bara Pedagogfelagið, sum ikki tekur undir við uppskotinum, meðan Føroya Lærarafelag, Starvsmannafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag taka undir við semingsuppskotinum. Portalurin skilur, at stríðið stendur um eina skipan við fyrireikingartíð til pedagogarnar.
Heðin Mortensen í Kommunala Arbeiðsgevarfelagnum skilir ikki, hví semingsroyndin er slitnað, tí tað er so óendaliga lítið, sum skilir partarnar.
Hvat tað er, fær hann kortini ikki sagt, men semja var um løn og øll tey týðandi viðurskiftini.
Vit hava áður fortalt, at Pedagogfelagið kravdi betri umstøður til fyrireiking og at tað var hetta, sum skilti partarnar.
Semingsmenninir hava boðað frá, at at tað varð bara hetta eina semingsuppskotið og Heðin Mortenen sigur, at í fyrstu syftu er teirra uppgáva liðug.
Støðan er eitt sindur ógreið í løtuni, men royna at venda aftur til tað seinni.