Fakfeløg í øðini um Barsilsskipan

Tað er ikki væl móttikið, at landskassin í fjør kravdi 8,6 milliónir ov nógv í barsilsgjaldi Hóast tað hjá bæði arbeiðsgevarum og -takarum, at peningur av hvørjari lønarflyting fer til Barsilsskipanina, so er tó langt ífrá allur peningurin, sum fer har.

Barsilsskipanin er nevnliga partur av landskassanum, og tí fer eitt møguligt undir- ella yvirskot beint á fíggjarlógina. Í fjør vórðu soleiðis kravdar inn 6 milliónir meira, enn játtanin til skipanina var, og hesin peningurin kom beint til landskassan. Hartil hevði sjálv skipanin eitt avlop á 2,6 milliónir, og hetta kemur undir játtanina hjá Vinnumálaráðnum.

- Hetta líkist púrasta ongum. Peningurin er beinleiðis markaður til barsilsskipania og tískil eigur hann eisini at koma skipanini til góðar og ikki at vera brúktur til alt møguligt annað, sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá trimum av stóru fakfeløgunum.

Hon sigur, at bara avlopið í fjør kundi gjørt tað, at barnsburðarfarloyvið kundi verið longt eini 10% til stórt gagn fyri barnafamiljurnar.

Ella tað kundi verið goymt í skipanini at hava til taks í verri tíðum.

Hon sigur, at hetta er eitt mál, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum taka í allarstørsta álvara og

tí ivast hon ikki í, at hetta er eitt mál, sum arbeiðsgevarar og fakfeløg fara at taka upp eftir summarfrítíðina.

Eisini arbeiðsgevarar hava í tíðindaskrivi gjørt vart við sína ónøgd um skipanina.