Fakfeløg fingu Jenis aftur í gráum kálvskinni

– Farið heim og skammið tykk­­um!
So greiður var boð­skap­ur­in frá Jen­­­isi av Rana og øllum hin­­um fak­­fel­­ags­­leið­­a­r­­­u­­num fyri 19 ár­um síð­ani.

Um tað er fyri at vísa, at Jen­is av Rana er tann stóri svíkj­­a­r­in, at fak­­fel­­øg­ini hava sent út hesa 19 ára gomlu mynd­­ina, skulu vit ikki kunna siga. Men hetta vís­ir ein fyrr­ver­andi fak­fel­ags­leið­ara, sum nú er størsti fígg­ind­in hjá fak­fel­ags­rør­s­luni.

So her er av sonnum vent í hol­­uni. Jen­is av Rana er ikki long­­ur fak­­fel­­ags­­leið­ari hjá ung­­um lækn­u­­m. Nú er hann væl lønt­ur komm­un­­u­­lækni, og sum løg­tings­mað­­ur í 17 ár, so hev­ur hann long­u tryggj­að sær eina fulla, feita ting­mann­a­eft­ir­løn upp á slakar 21.000 krónur um mánaðin rest­­ina av lív­inum longu um eitt gott ár, tá hann fyllir 60 – um­framt ta pensjón, hann hev­ur savnað sær sum lækni pluss fólk­apen­sjón ­pluss sam­halds­fasta.

Og so er ikki annað at gera, enn at gloyma alt um meg­a­fon­ir, mót­mæl­is­dregl­ar og rakstr­ar­róp um at fáa fak­fel­ags­fígg­ind­a­lig­ar pol­it­ik­ar­ar til hús.

Hatta var tann Jenis, sum vardi tey á niðastu rókunum. Nú hann situr á ovastu rók við búgv­ið borð hjá Jørgen Nicl­asen, sum nú hevur vald­ið í Før­oy­um, hevur pípan fing­ið annað ljóð.

So­leiðis kunnu fak­fel­ags­leið­ar­ar ganga aftur. Um enn í gráum kálv­skinni...