Eftir ætlan skuldu fakfeløg hava eitt fakfelagsskeið umborð á Norrønu í næstu viku. Men so verður ikki. Feløgini boða frá, at at tey ikki luttaka á skeiðsvirksemi hjá Smyril Line, so leingi sáttmaálviðurskiftini hjá starvsfólkunum umborð á Norrønu eru í lagi, siga feløgini í almennari fráboðan Feløgini hava sent út soljóðandi yvirlýsing:
»Feløgini í Fakfelagssamstarvinum, sum hava teknað seg til fakfelagsskeið umborð á Norrønu 16. -19. mai, boða hervið frá, at vit ikki luttaka í skeiðsvirksemi hjá Smyril Line, so leingi sáttmálaviðurskiftini hjá starvsfólkum umborð á Norrønu ikki eru í lagi.
Fakfelagssamstarvið góðtekur ikki, at Smyril Line setur fólk umborð fyri minni hýru enn sáttmálin við Sjómannadeild Føroya Fiskimannafelags ásetur.
Feløgini biðja Smyril Line um at broyta starvsviðurskiftini hjá nýggju starvsfólkunum, og at seta tey samsvarandi sáttmála millum Sjómannadeild Føroya Fiskimannafelags og Reiðarafelagið fyri farmaskip.«