- Skattalættin er sosialt órættvísur og økir ferðina á føroyska búskapin, siga fimm arbeiðarafeløg, nú løgtingið í morgin fer at viðgera skattauppskotið.
Feløgini harmast um skattapolitikkin hjá sitandi samgongu, sum tey halda økir um gjónna millum hág- og láglønt.
- Ein persónur við fullari arbeiðaraløn á 207.000 kr fær sambært skattalóg hjá samgonguni einar 700 kr í skattalætta í 2008 meðan ein persónur, ið forvinnur tað dupulta, fær 6000 kr í skattalætta eftir at samhaldsfasti er rindaður, siga feløgini. Tey halda, at peningurin heldur skal nýtast til at dagføra vælferðartænastur.
- Tørvur er m. a. á at betra fólkaskúlan, dagføra almanna veitingar/pensjónir ella at gera bústaðir fyri ávísar samfelagsbólkar. Búskaparliga er tíðin ikki tann rætta at veita skattalættar.
Tey siga, at skal skattalætti gevast má hesin minka um vaksandi gjónna í samfelagnum. Feløgini vísa tí til uppskotið frá fakfeløgunum í desember 2006.
Feløgini heita eisini á løgtingið um at útgreina viðurskiftini hjá ymisku samfelagsbólkunum í Føroyum. Í løtuni er alt ov lítil vitan um sosial viðurskifti her á landi, siga tey.
Skrivað undir áheitanina hava:
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag