Varðveitið arbeiðsloysisstuðulin og sendið uppskotið um Arbeiðsloysisskipanina aftur í stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina við boðum um, at arbeiðið er ikki nóg gott, og at stýrið má koma við einum betri uppskoti.
Tað siga feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum í yvirlýsing og áheitan á løgtingið.
Føroya Arbeiðararfelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag siga soleiðis í yvirlýsingini:
»Arbeiðarafeløgini eru ímóti at arbeiðsloysisstuðulin lækkar, og hetta hava umboð í stýrinum fyri Als eisini fleiri ferðir fingið at vita á fundum áðrenn broytingarnar vóru samtyktar beint fyri jól.
ALS jaligar broytingar
Tá ið Arbeiðsloysisstuðulin varð broyttur í 2009, var hetta stórsta frambrotið hjá arbeiðsleysum farna áratíggju. At tað nú fer nógv úr skipanini er tí at arbeiðsloysi er stórt, men Arbeiðsloysisskipanin má ikki ræðast at brúka pening.
Ansast má sera væl eftir, at landið ikki missur tey arbeiðsleysu. Høgi prísurin fyri fólkaflyting kenna vit frá 1990unum. Hetta mugu vit ikki endurtaka í dag, tí vit hava aðrar møguleikar og betri amboð og ein arbeiðsloysiskassa, sum hevur nakrar hundrað milliónir krónur.
Vánaligar broytingar
Eins fegin feløgini vóru til broytingarnar í 2009 eins vónbrotin eru feløgini til broytingarnar, sum lagdar eru í løgtingið nú. Inntøkugrundarlagið hjá arbeiðsleysum verður nú aftur somikið vánaligt, at sera ivasamt er, um tey fara at klára seg.
At peningur fossar úr Arbeiðsloysisskipanini er tí at vit hava stórt arbeiðsloysi. Vit mugu vit ikki ræðast at brúka peningin sum er í Arbeiðsloysisskipanini. Gerst støðan hættislig, so hevur stýrið og Føroya Løgting aðrar møguleikar at arbeiða við enn at lækka prosentvísa stuðulin. Dagatalið arbeiðsleys kunna vera í skipanini má heldur ikki lækka, nú langtíðararbeiðsloysi er veruleiki.
Endamálið við skipanini, at spara nógv upp í góðum tíðum, er júst tí at rindast skal út í verri tíðum.
Arbeiðsloysisskipanin er við til at gera føroyska arbeiðsmarknaðin smidligan, og tað vilja vit heldur ikki missa.
Tískil er okkara tilmæli, at uppskotið verður tikið aftur og sent niðan aftur í stýrið í Als, sum verður biðið um at viðgerða hetta av nýggjum, tí tað tey hava lagt fram kann ikki góðtakast.
Talan er um eitt nógv størri mál enn at fáa kredit og debit at ganga upp í Arbeiðsloysisskipanini. Málið snýr seg um livikorini hjá hundraðtals familjum, sum tíverri eru rakt av arbeiðsloysi.«
Skrivað undir yvirlýsingina hava:
Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag
Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag
Arthur Guðjónsson, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Jastrid Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag