Tað er í sambandi við aðalfundin og 50 ára hátíðarárið hjá Starvsmannafelagnum, at felagið nú bjóðar øllum áhugaðum á ráðstevnu um føroysku fakfelagsrørsluna.
– Alt árið í ár er eitt hátíðarár hjá Starvsmannafelagnum. Hendan ráðstevnan er komin í lag, tí vit ynskja at gera eitt sindur meira burtur úr aðalfundinum í ár enn vanligt. Her halda vit tað vera natúrligt at varpa ljós á á leiklutin hjá føroysku fakfeløgunum, bæði søguliga, í dag og framyvir, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna fyri Starvsmannafelagið.
Ráðstevnan verður partvíst skipað við framløgum og partvíst við orðaskifti.
John Mortensen, samfelagsfrøðingur, greiðir frá um upprunan hjá fakfelagsrørsluni. Hans Mourits Foldbo, sálarfrøðingur og formaður í Magistarafelagnum, lýsir aktuellu støðuna og avbjóðingar á økinum, og Snorri Fjallsbak, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, hugleiðir um arbeiðsmarknaðinum í framtíðini.
Aftan á framløgurnar verður orðaskifti, sum Øssur Winthereig, journalistur, skipar.
Í panelinum verða Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá Samtaki, Selma Ellingsgaard, forkvinna fyri Starvsmannafelagið og Sigmund Poulsen, sakførari.
Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 11. mars kl. 13-16 og øll eru vælkomin, sigur Starvsmannafelagið.