Fahd kongur deyður

Saudiarabiski kongurin doyði í gjár. Hann var ein týðandi umboðsmaður hjá Vesturheiminum í Miðeystri

Fahd ella Fahd ibn Abd al-Aziz, sum hann æt, røkti ymisk ráðharrastørv, til hann gjørdist krúnprinsur, tá bróður hansara Faysal doyði í 1975, og tá hin bróðurin, Khalid, doyði í 1982, tók Fahd við sum kongur. Samstundis røkti hann starvið sum forsætisráðharri.
Árið fyri hann gjørdist kongur, kunngjørdi Fahd eina ætlan um, hvussu friður skuldi fáast í lag ímillum Ísrael og tey arabisku londini. Sum saudiarabiskur kongur hevði hann ein týðandi leiklut í tí arabiska heiminum. Hann virkaði alla tíðina fyri góðum viðurskiftum við USA og Vesturheimin, og tað gjørdi, at nógvir av hansara landsmonnum og aðrir arabar hildu lítið um hann. Sum kongur í Saudiarabia hevði hann kortini eina sterka støðu ímillum flestu muslimar.
Hóast hann hevur borið kongsheiti, hevur Fahd ikki virkað sum kongur tey seinastu tíggju árini. Hann fekk ein hjartatilburð í 1995, og tað gjørdi, at hann var ikki førur fyri at røkja embætið. Tí hevur hálvbróðurin Abdullah virkað sum kongur hesi árini.
Fyri tveimum mánaðum síðani varð Fahd lagdur inn á eitt sjúkrahús í Riyadh við lungnabruna, og har doyði hann í gjár. Stutt eftir kunngjørdi almenna sjónvarpið, at Abdullah hevði tikið við sum kongur. Eygleiðarar vænta, at hann fer at reka sama uttanríkispolitikk sum hálvbróðurin.
Saudiarabia er heimsins størsta oljuútflytaraland, og tá deyðsboðini av kongi frættust, hækkaði oljuprísurin, so hann kom upp um 61 dollarar fyri tunnuna.