Sunnudagin tók Tjaldrið línubátin Fagraklett úr Klaksvík fyri at fiska í stongdum kassa norðanfyri. Báturin varð tikin inn á Klaksvík, har mett verður um virði av veiðu og reiðskapi.
Tá vit prátaðu við fútaskrivstovuna í gjár, var avgerð enn ikki tikin í málinum, men veiðan verður mett at hava eitt virði á 35.000 krónur.