Fagraberg landar aftur í Neskaupstaði

Fagraberg, sum í farnu viku landaði 1417 tons av sild til matna í Neskaupstaði, hevur aftur sett kós til Neskaupstaðar við 1400 tonsum av sild til matna. Fagraberg verður væntandi inni í Neskaupstaði seint í annaðkvøld, teir siga á heimasíðu síni, at sildin er góð, teir hava roynt á Sklinna-Bankanum, tað er á 65 N. og uttanfyri 12 fj. norska markið.

Tað vóru fleiri skip á leiðini, har Fagraberg royndi.