Fagraberg, Høgaberg og Saksaberg landa í Norra

Føroysku sildaskipini fáa fitt av sild. Fagraberg boðaði frá landing kl. 6 í morgun, teir hava 700 tons av sild, sum verður landað í Måløy.

Høgaberg boðaði frá landing um 9 tíðina í morgun, teir hava 550 tons, sum eisini verður landað í Måløy.

Seinni í dag boðaði Saksaberg eisini frá landing í Norra, teir hava 400 tons, sum verður landað í Moltu.

Tað kemur nógv sild upp á land í Norra, bara í dag hava 30 sildaskip boðað frá landing.