Fiskivinna
Fagraberg, sum er fyrrverandi Krúnborg, hevur gjørt fimm túrar higartil í ár og reiðarin, Anfinn Olsen, letur væl at byrjanini av hesum árinum.
- Jú, vit eru nøgdir við hesa fyrstu tíðina av árinum í ár, og eg haldi, at pelagiski flotin sum heild hevur havt eina góða byrjan, sigur hann.
Fimm túrar
Fagraberg kom á Havnina uppundir endan av seinastu viku.
Seinastu fýra túrarnar hevur skipið verið á sild og hava landað í Danmark og Noreg. Meginparturin av veiðini er farin til matna. Onkuntíð var so nógv sild á marknaðinum og onkur last fór til ídnað.
Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at Fagraberg hevur gjørt fimm túrar tilsamans í ár, harav hin fyrsti var ein svartkjaftatúrur, har teir landaðu í Íslandi.
Reiðarin letur væl at gongdini higartil í ár.
- Eg haldi, at tað hevur gingið hampiliga væl hjá flestu pelagisku skipunum tað, ið farið er av hesum árinum.
Á lodnuveiði
Anfinn Olsen sigur, at Fagraberg ætlandi fer á lodnuveiði í íslendskum sjógvi fyrsta dagin. Har eiga teir góð 1600 tons at fiska.
- Nú hevur sildin stór rogn, og tí loysir tað seg ikki so væl at fiska hana til matna í løtuni, sigur hann.
Reiðarin sigur, at meðan lodnuloyvini eru komin úr Fiskimálaráðnum, eru svartkjaftaloyvini ikki komin enn.
- Sum er, sleppa føroysku skipini ikki á svartkjaftaveiði. Hetta er tíðin, tá svartkjafturin er bestur og tíðin, sum nú kemur, er eisini hon, har hann er bíligastur at fiska, sigur hann.
Vónar semju
Anfinn Olsen vísir á, at pelagiska vinnan nú roynir at finna semju um býtið av svartkjaftakvotuni, sum ávís ósemja hevur verið um.
- Eg haldi, at flestu feløg, sum hava pelagisk skip, eru fyri eginkvotu heldur enn felagskvotu, men trupult er at koma ásamt um júst, hvussu svartkjafturin skal býtast.
Reiðarin ásannar, at tað altíð er trupult, tá lítið er at býta, men hann sigur seg vóna, at vinnan semist, so nýggju loyvini kunnu útskrivast í næstum.