Fagraberg, sum kom á fiskileið í gjár, rakti við sild beinanvegin. Teir eru nú farnir at sigla til Norra við 1000 tonsum, ið verður landað til matna. Tey føroysku skipini hava tað seinastu tíðina roynt á 72 N, har sildin er heldur smærri, enn tað, ið var at fáa á 66 N.
Fyri at spara olju, hava tey føroysku sildaskipini samtrolað, tá ið tað hevur ligið fyri, men á hesum túrinum hevur Fagraberg trolað einsmallur.
Veðrið hevur verið gott hendan túrin.