Fagnaðu arbeiðaradegnum á Vaglinum í Havn

Sum so mangan áður skipaði Havnar Arbeiðarafelag (fyrr Arbeiðsmannafelag) fyri 1. maidagshaldi á Vaglinum í Havn.

 

Røðarar vóru tríggir ungir menn: Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur av Tvøroyri, Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Havn, og Eyðbjartur Sólheyg Skaalum úr Hvalba, sum er skrivari í Unga Sambandinum og læraralesandi.

 

Fastúr fúsur til 1. maidagshaldið í Havn er altíð Havnar Hornorkesur, sum hendan dagin altíð spæla altjóða arbeiðarasangi, Internationala og Brátt lýsir í Eystri.

 

Niðafyri síggjast myndir frá haldinum, og við at trýsta á pílin á myndini ber til at síggja og hoyra Havnar Hornorkestur spæla ein part av Internationala.